Í morgin - týsdagin 3. mai - letur Blómuhúsið, sum í nøkur ár hevur havt handil við Norðskála, eisini deild upp í Havn.
Nýggi handilin húsast í rúmligum hølum á tveimum hæddum á Heykavegi 2 á Hálsi, beint við síðuna av Á-handlinum hjá PE.
- Samstundis, sum vit nú lata upp í Havn, heldur Blómuhúsið við Norðskála eisini fram við sínum virksemi, sigur Haraldur S. Hansen, sum bjóðar til móttøku í nýggja handlinum seinnapartin í morgin.
Haraldur S. Hansen sigur, at umstøðurnar í nýggju hølunum eru ógvuliga góðar, og her verður húsast á tveimum hæddum.
- Í Blómuhúsinum á Hálsi verður eitt rættiliga stórt og breitt úrval av øllum, sum hoyrir einum blómu-og urtagarðshandli til, sigur hann.