Nýggjur Froya til Klaksvíkar

Norðlýsið skrivar á netinum, at P/F Knørrur hevur skrivað sáttmála um skipakeyp. Talan er um eitt línuskip, ið er 34 metrar langt og 8 metrar breitt. Skipið er bygt í Skagen í 1988, og er nýklassað, og skal hetta ætlandi koma í flotan fyri Froya, sum reiðaríðið longu eigur. Keypsprísurin verður uppgivin til 10,5 mió kr.