Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Argjum, har AB hevur vitjan av HB. Grannauppgerðin er síðsti dystur í triðja umfari.
Tølini siga, at HB er stórfavorittur. HB hevur vunnið fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu umførunum, meðan AB hevur vunnið eitt stig – 0-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
Tølini siga eisini, at tað eru sjey ár síðani, at AB síðst vann stig á heimavølli ímóti HB. 25. September í 2013 vann AB 2-1 á heimavølli ímóti HB, sum síðani hevur vunnið seks ferðir á Argjum – fýra tær seinastu ferðirnar við einum máli.
Hjá HB eru fleiri broytingar á liðnum sammett við fyri einari viku síðani, tá ið HB vann 3-1 í Fuglafirði.
Ein av broytingunum er, at Øssur M. Dalbúð fyri fyrstu ferð í ár er millum teir fyrstu ellivu. Í vetur flutti hann aftur til HB, eftir at hava verið í barndómsfelagnum NSÍ. Øssur hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum. Tað hevur borið við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at venja so nógv sum hinir.
Síðstu vikuna hevur hann vant við fullari megi, og í dag er hann í HB álopinum.
Tað hevur vakt ans, at miðverjin Bartal Wardum, sum í fjør kappaðist um pláss í landsliðshópinum, higartil í ár ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá HB. Tað er hann ídag.
Tá ið AB fyri einari viku síðani tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB, var Adeshina Lawal á beinkinum í fyrra hálvleiki. Í dag er hann millum teir fyrstu ellivu.
AB-HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00.
Beinleiðis:
FM1