Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 24. mars.
Á skránni var m. a. formansval og nevndarval.
Jógvan Nybo á Viðareiði var einasta valevni til formansvalið og var hann sostatt valdur. Hann tekur við eftir Niels Th. Pedersen sum hevur verið formaður síðani 1. januar í ár, tá ið formaðurin seinastu árini Finnleif Guttesen bleiv borgarstjóri á Tvøriyri.
Fyri vali til nevndina stóðu Frimodt Rasmussen, Gudmar Danielsen og Tummas Eli Joensen.
Frimodt Rasmussen og Gudmar Danielsen tóku ikki við afturvali.
Tummas Eli Joensen var afturvaldur og nývaldir í nevndina vóru Regin Olsen og Páll Hansen.
Sum tiltakslimir vóru valdir Tórbjørn Bæk og Jóan Pauli Jacobsen.
Á nevndarfundi tann 30. mars var Zacharias Zachariasen afturvaldur til næstformann.
Sostatt er nevndin í Maskinmeistarafelagnum nú soleiðis skipað:
Jógvan Nybo, Viðareiði er formaður
Zacharias Zachariasen, Skopun er næstformaður
Tummas Eli Joensen, Strendur,
Regin Olsen, Klaksvík
og Páll Hansan, Tórshavn eru nevndarlimir.