Nýggjur Ford Fiesta

Ford eru komnir á føroyska marknaðin við nýggjum Fiesta. Ford Fiesta í nýggjastu útgávu er komin til landið. Talan er um ein spildurnýggjum bil, sum er smartur og væl koyrandi.

Bilurin líkist konseptbilinum Ford Verve, og designið kallast ?Kinetic Design?, sum merkir ?energi sum flytur seg?. Designstílurin er tann sami sum á t.d. Mondeo og Focus.

Kabinan er í nýggjasta stíli við modernaðum litum. Viðførisrúmið er 295 litrar, og við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið heilar 979 litrar.

Nýggi Fiesta er ein hatcback, sum fæst við bæði trimum og fimm hurðum. Koyrieginleikarnir eru góðir, og Fiesta kennist sum ein størri bilur at koyra, bæði hvat komforti og trygd viðvíkur.

Tað er bilasølan P/F Wenzel í Akranesgøtu í Havn sum selur bilin. Fiesta hava verið gjørdir síðan 1976, og hesin nýggi er sjeynda generatión.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum