Nýggjur flokkur fjarari

Eftir positivu úttalilsini um vikuskiftið frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum steðga fakfeløgini nú á og bíða eftir gerðum í verki. Samtakið av fakfeløgum, sum hava boðað frá, at tey umhugsa at stovna nýggjan flokk, hava traðkað eitt sindur á bremsuna og steðga nú á.

Eitt nú avlýstið samtakið at verða við í sendingini Ekkó hjá Kringvarpinum í morgin, men sambært Jónleif Johannesen var tað ikki tí, at ætlanin um nýggjan flokk er slept.

Vit hava valt at samla orkuna um samráðingarnar, nú semingsmenn eru komnir upp í samráðinganar, sigur Jónleif Johannesen.

Men eisini úttalilsini um vikusiftið frá teimum trimum politisku flokkunum, Tjóðveldi, Javnaðaflokkinum og Miðflokkinum hava havt sína ávirkan.

Hesi úttalisli bera á tann bógvin, sum okkum dámar, nevniliga, at samráðingarnar eru ein spurningur millum fakfeløgini og myndugleikarnar, sigur Jónleif Johannesen.

Merkir tað so, at ætlanin um nýggjan flokk er slept?

Tað hevur alla tíðina verið sagt, at talan var um eitt hugskot, og tað hevur ongantíð verið ætlanin at skunda nakað ígjøgnum, og hesi úttalilsini vísa, at tað er onkur, sum stendur fakfelagsrørsluni nokk so nær, men nú fáa vit at síggja, hvussu verður í gerðum, sigur Jónleif Johannesen.

Ein nýggjur flokkur er tískil fjarari enn hann var í síðstu viku, men tankin er ikki heilt sleptur.

Nei, tað er hann ikki. Málið stendur á skránni fyri komandi fund millum nevndirnar, og fyrr enn tann fundurin hevur verið, er málið ikki slept, sigur Jónleif Johannesen.