Í seinastu viku leveraði Amnesty International fleiri enn 70.000 undirskriftir til Evropa-Parlamentið við kravi um, at ES londini virða rættindini hjá flóttafólki. Amnesty heitir á tey europeisku londini at gera ein felags flóttafólkapolitikk.
- Tá vit harta europeisku londini, er tað natúrligt eisini at spyrja okkum sjálvi og okkara fólkavaldu, hvørja ábyrgd Føroyar sum land hava í samband við flóttafólk. Sum minsta krav mugu vit sum land fyrihalda okkum til henda altjóða trupulleika, og øll tey mannarættindabrot, sum eru orsøkin til, at vit hava 42 milliónir flóttafólk í heiminum.
Hon heldur, at tað er ein trupulleiki, at Føroyar ikki hava eina almenna støðu til flóttafólkaspurningin.
- Nevndin hjá Føroya deild ynskir at taka henda spurning upp, tí mann meinar ikki, at hesin spurningur er nóg væl viðgjørdur í Føroyum. Vit vita heilt einfalt ikki nóg nógv um evnið, og tað er ikki nøktandi, sigur Katrin á Neystabø.
Í hesum sambandi hevur Amnesty Føroya Deild gjørt ein film, sum vísir, hvat føroyingar og føroysku politikararnir halda um flóttafólkaspurningin.
Lýsir spurningin politiskt
Filmurin, sum er næstan átta minuttir til longdar, er fyrst og fremst gjørdur fyri at lýsa politiska landslagið í Føroyum í samband við flóttafólkaspurningin. Í filminum luttaka umboð fyri flokkarnar, har tey greiða frá, hvør teirra støða er til flóttafólk. Harafturat eru eisini vanligir borgarar við í filminum, har teir siga sína hugsan um Føroyar og flóttafólk.
- Evnið er viðkomandi, nú útlendingamál skulu yvirtakast og í samband við, at Integrasjónsálitið varð framlagt í Løgtinginum í februar í ár. Flóttafólkaøkið hevur stórt sæð ikki verið umrøtt í hesum sambandi, og tað er nakað, sum vit í Amnesty Føroya Deild undrast á, sigur Katrin á Neystabø.
Í Integrasjónsálitinum frá 2011 verður í skjali 2 sett spurnatekin við, um tað er ráðiligt at yvirtaka flóttafólkaøkið saman við saman við útlendingamálum, men Katrin á Neystabø heldur, at tey fægstu vita, hvat hetta merkir.
- Í álitinum verður spurnatekin sett við,um Føroyar skulu yvirtaka flóttafólkaøkið, men vit í Amnesty hava eftirlýst, hvat politikararnir sjálvir halda, og hvør er næsti leikur í hesum máli. Borgarar í Føroyum at rætt at vita, hvussu politiska landslagið í Føroyum sær út, tá tosað verður um fólkaflóttaspurningin, og hvønn veg vit ætla okkum sum land.
Ymisk á máli
Í filminum kemur greitt fram, at øll umboðini fyri flokkarnar halda, at Føroyar hava eina altjóða ábyrgd hvat í flóttafólkum viðvíkur.
- Allir flokkarnir halda, at vit hava eina moralska ábyrgd, men tey eru ymisk á máli um, nær og hvussu vit skulu taka ábyrgd og umsita flóttafólkaøkið. Filmurin vísir, at Tjóðveldi og umboð fyri Sambandsflokkurin halda, at Føroyar eiga at taka ábyrgd, meðan hinir flokkarnir ikki eru so sannførdir. Men at vit mangla vitan um økið, tað er púra greitt, sigur Katrin á Neystabø og heldur fram:
- Onkrir politikarar halda, at vit eiga at verða ein sjálvstøðug tjóð, áðrenn vit taka okkum av flóttafólkaøkinum. Aðrir eru av tí fatan, at vit skulu yvirtaka útlendingaøkið fyrst og arbeiða við at gerast betur at integrera fólk, sum koma higar at arbeiða ella at vera familjusamanførd, áðrenn vit yvirtaka flóttafólkaøkið, tí flóttafólkaøkið er so krevjandi, greiðir Katrin á Neystabø frá.
Hon vísir á, at føroyingar sum heild vita alt lítið um, hvat tað krevur, at móttaka flóttafólk.
- Vit vita ikki rættiliga, hvat tað inniber eitt nú umsitingarliga og løgfrøðiliga, at vit fáa flóttafólk til Føroya, og tað er millum annað tí, at vit ikki hava eina almenna støðu til flóttafólkaspurningin. Men hetta ynskja vit nú at fáa betur innlit í, sigur Katrin á Neystabø og leggur afturat:
Í løtuni er tað Danmark, sum tekur sær av flóttafólkum fyri okkum, og vit eiga eisini at seta spurnatekin við, um Danmark megnar hesa uppgávu. Danska deildin hjá Amnesty International hevur eina røð av atfinningum til donsku stjórnina í samband við flóttafólkaøkið, sigur Katrin á Neystabø.
Nevndin hjá Amnesty Føroya Deild fer at viðgera flóttafólkaspurningin á almennum tiltaki 2. mai, tá felagsskapurin eisini hevur aðalfund. Á tiltakinum fáa fólk høvi at síggja filmin um Føroyar og flóttafólk.
FAKTA
• 42 milliónir flóttafólk eru í heiminum
• 14% av øllum flóttum liva í ES londum.
• 18.000 menn, kvinnur og børn eru deyð kring mørkini til Evropa síðani 1988.
• 1500 fólk druknaðu eftir hættisligar ferðir í Miðalhavinum í 2011.
AMNESTY heitir á ES:
1. At fólk við mørkini verða handfarin við virðing. At teirra rættindi verða vird tá eftirlit við landamørkini verða framd. Og tá tey verða send av aftur landinum.
2. At tryggja fólkunum rætt at søkja um friðskjól
3. At børn mugu ikki vera hildin í varðhaldi bert tí tey royna at koma inn í landið
4. At fólk ikki eru fyri misnýtslu og harðskapi einans tí tey tilflytarar - tað verið seg flóttafólk, tilflytarar ella fólk, ið søkja friðskjól.