Nýggjur filmur: Seldi eina billett

Stjørnusjónleikarin Sia LeBeouf hevði ikki nógv at fegnast um, at tá ið seinasta uppgerðin yvir seldar biografbillettir í Bretlandi kom.

Tað vísti seg, at nýggi filmurin Man Down, har Shia LeBeouf hevur høvuðsleiklutin, bert seldi eitt atgongumerki í Bretlandi farna vikuskiftið. Sigast skal, at filmurin varð bert sýndur í eina biografinum í Burnley, men har var bert eitt fólk, sum vildi síggja filmin.

Tá ið filmurin í fjør var frumsýndur í USA, var móttøkan eisini kaldlig. Bert fáir biografar vildi sýna filmin, og fá fólk møttu til sýningarnar.

Man Down er tí eisini útgivin á talgiltum miðlum í eini roynd at røkka fleiri hyggjarum.

Man Down snýr seg um ein hermann, sum hevur verið í kríggi í Afghanistan.