SANDUR
Tað eru kommunurnar í Sandoynni, ið standa aftanfyri Sandoyar Skúlasamband, sum aftur stendur aftanfyri Meginskúlan á Sandi og fótbóltsvøllin Inni í Dal, tey rópa.
Gerhard Lognberg hevur í fleiri ár verið formaður í Sandoyar Skúlasambandi, og hann sigur, at arbeitt verður við at fáa verkætlanina upp á pláss, soleiðis at sandoyingar kunnu hava ein vøll við nýggjum graslíki til kappingarbyrjan næsta ár.
- Men hetta er ikki so lætt, tá kommunurnar í oynni, sum skulu byggja vøllin, eru sperdar fíggjarliga.
Hann vísir á, at okkurt er um, at Fótbóltssamband Føroya kann lata stuðul til verkætlanina, men hann sigur seg ikki vita, um talan soleiðis kann gerast um fjórðing, triðing ella helvt av íløguni.
- Vit eru í løtuni í holt við at kanna hesar møguleikar, men eru ikki komnir á mál enn, leggur hann aftrat.
Evsta freist
Gerhard Lognberg sigur, at sandoyingar hava fingið at vita frá FSF, at vøllurin má gerast av nýggjum. Annars verða eingir dystir leikir á Sandi í komandi kappingarári.
- Hetta er greið tala, men eg eri ikki fult greiður yvir, um hetta bara er galdandi fyri Vodafon-deildina. Hinvegin er hetta nakað, sum má gerast nú, tá evsta freist rennur út, sigur hann.
Fótbóltsvøllurin Inni í Dal er millum teir elstu í Føroyum, sum ikki eru lagdir við nýggjum graslíki.
- Eg haldi, at hesin vøllurin er frá seinna helmingi av áttatiárunum. Hann er slitin og vánaligur, og vit í Sandoyar Skúlasambandi eru fullgreið yvir, at graslíki má skiftast, sigur hann.
Turt og gott
Gerhard Lognberg heldur annars ikki, at so nógv verður at gera við undirlendið undir graslíkinum, sum hann heldur er rímiliga turt og gott.
- Men tá hetta kortini er ein íløga, sum helst fer at liggja rundan um tvær miljónir krónur, og lítil og eingin peningur er at arbeiða við, er greitt, at vit heldur ikki bara kunnu rista hesa verkætlan úr ermuni, sigur hann.
Formaðurin í Sandoyar Skúlasambandi er kortini slett ikki í iva um, at tað hevur skund at fáa nýtt graslíki á fótbóltsvøllin Inni í Dal.