Odd eru útbúgvin civiløkonom í 1993. Hann hevur drúgvar starvsroyndir innan ymisk øki; seinnu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi, har hann hevur veitt ráðgeving innan telduskipanir, serliga innan fíggjarleiðslu, roknskap, goymslustýring og líknandi økjum. Frammanundan hevur hann starvast innan trygging, fíggjarstýring og sum sølu- og supportmaður.
Í frítíðini fæst hann við ítrótt. Hann hevur síðani 1999 verið fótbóltsvenjari hjá yngri liðum hjá KÍ. Eisini hevur hann verið partur av tíðindatænastu á enskum máli um føroyskan fótbólt. Í tíðarbilinum 2000-2005 hevur hann sent umleið 4000 teldupostar út við greinum á enskum máli.
Harumframt er hann virkin í brøðrasamkomuni í Klaksvík, Betesda, har hann eisini ber orðið fram. Hann er við í tiltøkum, bæði fyri ung og eldri, bønarløtum, bíbliutímum og øðrum. Eisini arbeiðir hann í sunnudagsskúlanum. Í hesum sambandi hevur hann verið ritstjóri á Sunnudagsskúlablaðnum hjá Brøðrasamkomuni.
Hann sigur, at arbeiðið hjá Bláa Krossi ljóðar sum ein spennandi avbjóðing, hetta av fleiri orsøkum. Ein orsøk er tann andligi parturin av arbeiðinum. Ein onnur orsøk er, at hetta er eitt arbeiði, sum Brøðrasamkoman ikki hevur verið virkin í.
Odd er 44 ára gamal, giftur við Hallgerð, f. Viderø, tey eiga tvær døtur, Ásvør og Daisy, sum eru 17 og 15 ára gamlar.