Mánadagin 6. juni klokkan 14 letur Reyði Krossur Føroya upp nýggjan endurnýtsluhandil í Vági. Endurnýtsluhandilin, sum er á Vágsvegi 74, fer at selja góð, nútímans og bílig endurnýtsluklæðir til børn, ung og vaksin. Aftrat hesum er hugsanin, at fólk koma inn við stokkum og til eitt prát.
Reyði Krossur Føroya hevur í fleiri ár havt ein endurnýtsluhandil á Bryggjubakka í Havn. Handilin í Havn er saman við nýggja handlinum í Vági ein týðandi liður í hjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi Føroya. Tey, sum arbeiða í handlunum, gera tað øll sjálvboðin.
Inntøkurnar fara til sosiala arbeiði hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og til neyðhjálpararbeiði hjá felagsskapinum úti í heimi.
Í samband við upplatingina í Vági mánadagin bjóðar Reyði Krossur kaffi, te og okkurt søtt.
Barbara Vestergaard, Bodil Finsson og Winnie Bertholdsen eru fyriskiparar av handlinum í Vági, og fleiri kvinnur úr Suðuroy eru longu við í arbeiðnum.
- Vit vóna, at enn fleiri fara at melda seg sum sjálvboðin, og at fólk í Suðuroy fara at taka væl ímóti nýggja endurnýtsluhandlinum, siga fyriskipararnir.