Nýggjur dani á føroyska fótbóltslandsliðið

Eftir avboð frá heimligum spælarum tók Jógvan Martin Olsen ð tveir nýggjar spælarar út til venjingarleguna í Spania. Annar spælarin hevur ongantíð verið á landsliðnum fyrr

Fótbóltur

Christian Lamhauge Holst hevur spælt tveir landsdystir fyri Føroyar, og eftir sera góð avrik í Danmark seinastu tvey árini er tað ikki so løgið, at hann nú er aftur á føroyska fótbóltslandsliðnum. Christian Holst er tikin út til venjingarleguna í Spania, eftir at Bergur Midjord noyddist at geva avboð vegna skaða.

Herbert í Lon Jacobsen hevur eisini givið avboð, og í hansara stað hevur Jógvan Martin Olsen tikið ein spælara hjá Fremad Amager út. Tað er Tem Hansen, sum ongantíð áður hevur við á landsliðnum.

Tem Hansen er 23 ára gamal og hevur førosyk ættarbond, hóast hann er uppvaksin í Danmark. Hann er miðvallarspælari og hevur áður umboðað feløgini B93, Køge og Brøndby.