Dagrøktarmammurnar eru kent hugtak í Vági, sum so manga aðrastaðni, men dagstovnur hevur ikki verið á staðnum. Men hesi viðurskiftini eru nú broytt.
Vágs Kommuna hevur útvegað hús og sett starvsfólk og eftir summarfrítíðina letur upp dagstovnur við rúmi fyri vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
Húsini eru eini sethús, sum eru snikkað til nýggja endamálið. Gott og stórt øki er um húsini, umframt tað, ið longu er gyrt inni, og er ætlanin at hampa um, so alt øki kann nýtast.
Húsini eru í tveimum hæddum. Ovara hæddin hevur fleiri rúm, ið verða nýtt til stovur til børnini. Loftini har eru klødd við ljóðdoyvandi plátum.
Niðara hæddin hevur fleri rúm, t.d. rúm, har vognar kunnu standa og eisini hava starvsfólkini eitt rúm, eins og leiðarin hevur skrivstovuhølir í niðaru hæddini.
22 pláss eru, harav 14 eru til barnagarðsbørn og 8 til vøggustovubørn. Sett eru 6 starvsfólk og leiðari á stovninum er Unn Michelsen.
Gera klárt
Í hesum døgum er stákan, tí gjørt verður klárt, so alt er til reiðar, tá takast skal ímóti børnunum tann 18. august.
Inni er nóg mikið at taka sær av, tí leikur skulu fást til vega og innbúgv skal fáast á pláss. Stavsfólkini eru møtt og eru tey farin at gera klárt inni og annars fyrireika seg, so klárt er, tá fyrstu vøggustovu- og barnagarðsbørnini í Vágs søgu skulu byrja 18. august.