Hvannasunds Kommuna og sp/f Kriss-smíð hava í dag skrivað undir sáttmála at byggja dagstovn á Fossánesi við plássi fyri meira enn 60 børnum í aldrinum 0 til 10 ár. Hvannasunds kommunan heitti í desembur 2009 á Palla Gregoriussen, arkitekt, um at tekna stovnin. Stovnurin hevur 4 stovueindir og er góðar 800 fermetrar til støddar.
Arbeiðið at byggja stovnin var boðiå út fyri innbodnum og lógu boðini frá 8,6 mió. krónum til 10,3 mió. krónur.
Sp/f Kris-smíð hevði lægsta boð og fekk arbeiðið. Dagstovnurin á Fossánesi skal eftir ætlan standa liðugur 1. november í 2011.
Stykkið, har stovnurin skal byggjast á, er planerað.
Í løtuni hevur kommunan dagrøkt og frítíðarskúla, og eru 55 børn knýtt at barnaansingini hjá kommununi. Nýggi stovnurin skal húsa 60-70 børnum í aldrinum frá 0 til 10 ár.