Nýggjur Daewoo Nubira II

Nú hava Daewoo bilarnir verið í Føroyum í nøkur ár, og eru rættuliga komnir inn á marknaðin.

Magnus Gunnarsson


Hóast Daewoo ikki er nakað heilt nýtt bilmerki, tekur tað tíð at innarbeiða eitt nýtt navn. Her hava Daewoo tó góð kort á hondum, við tað at teir eru sera kappingarførir í prísi og góðsku.


Nýggjur Nubira

Daewoo hava eitt stórt úrval av modellum, heilt frá tí minsta Matiz, til Lanos, miðalklassabilin Nubira, luksusbilin Legansa og jeepin, Musso.

Daewoo Nubira er komin í nýggjastu útgávuni, Nubira ll, sum er ein væl útgjørdur bilur at kappast í miðalklassanum. At síggja til er bilurin nakað broyttur við t.d. størri lyktum framman og aftan, eins og fleiri aðrar broytingar.

Rúmligur bilur

Nubira ll koyrir væl, er ljóðleysur, lættur at handfara og hevur gott vegtak, við eini komfort, ið er á hædd við japanskar og evropeiskar bilar í somu stødd. 2.0 litur motorurin við 133 hk hevur ríkiligt av kraft, og ger eisini sítt til at bilurin verður so lættur at koyra. Bilurin er rúmligur innan, og stationvognurin hevur eitt av størstu viðførisrúmum í sínum klassa.

Daewoo í Føroyum

Hjá P/F Esmar Simonsen hava teir avgjørt at arbeiða á sama hátt sum danski Daewoo innflytarin, við at skilja sundur sølu og tænastu. Meðan sølan í stóran mun verður hjá Esmar Simonsen á Kambsdali, verða tey stóru garanti arbeiðini gjørd á Kambsdali og í Klaksvík. Annað servicearbeiði verður gjørt á vælvaldum verkstøðum runt landið, við tí í huganum at vera so nær kundanum sum gjørligt. Kanningar aðrastaðni vísa, at fólk fegin ferðast langt fyri at keypa ein bil, men tá talan er um service, dámar teimum betur at hon er so nær bústaðnum ella arbeiðsplássinum sum gjørligt.


Tríggjar útgávur

Nubira ll verður gjørdur í trimum útgávum, sedan, hatchback og stationcar. Bilarnir eru væl útgjørdir, serliga CDX modellini hava somu standard útgerð, sum flestu bilar hava í dag, sum t.d. ABS bremsur, servostýring, el-rútar, el-drivin síðuspegl við hita, tokulyktir í kúfangaranum framman.

Daewoo bilarnir hava 3 ára ella 100.00 km. verksmiðjugaranti, og 6 ára rustgaranti.