Nýggjur bátadráttur í Leirvík

Í gjár tóku leirvíkingar nýggja bátadráttin í bygdini í brúk

Nýggi bátadrátturin er har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.

Tað er KSS, sum hevur tikið sær av stálarbeiðinum og hevur veitt sjálvt spælið. Skipanin tekur bátar upp til 15 bruttotons, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Sp/f Kanjon hevur staðið fyri jørð-, betong- og el-arbeiðið.

Býráðið í Eysturkommunu hevur í hesum sambandinum samtykt eina reglugerð fyri bátadráttin, sum kann lesast á heimasíðuni.