Í nýggjum flokki við somu søk

Helena Dam á Neystabø heldur seg ikki hava nakran trupulleika við at umboða Javnaðarflokkin, hóast hon var partur av fullveldissamgonguni frá 1998. Hon heldur hinvegin, at tað er ein grundleggjandi samanhangur millum tann politikk hon talaði fyri, og tann politikk, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í verki.

Vent í holuni. Hetta má vera ramasta lýsingin av støðuni hjá Helenu Dam á Neystabø í Javnaðarflokkinum. Undan løgtingsvalinum í 2002 stóð fyrrverandi løgtings- og landsstýriskvinnan í Sjálvsstýrisflokkinum fyri einum størri politiskum ósigri, tá tað ikki eydnaðist henni at koma á listan hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi.
Hóast fólk í ovastu leiðsluni í Javnaðarflokkinum og í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ynsktu hana sum valevni, so vóru kortini sterkar kreftir í flokkinum, sum arbeiddu ímóti, at hon skuldi sleppa á listan. Søgurnar vóru mangar, um hví tað ikki eydnaðist Helenu á javnaðarlistan, men hetta hoyrir alt til fortíðina, og sjálv ynskir høvuðspersónurin ikki at gera stórvegis viðmerkingar til málið, tí nú ræður um at líta á frameftir.
-Ein samd nevnd heitti hesaferð á meg um, at gerast valevni hjá Javnaðarflokkinum til valið í januar, og eftir umhugsunartíð játtaði eg, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon brynjar seg nú til eitt hart og tætt valstríð, har stórur spenningurin verður um, hvør fær tingsess á sterka javnaðarlistanum í Suðurstreymi

Grundleggjandi samanhangur
Undan løgtingsvalinum seinast, vóru tað fleiri sum hildu, at skotbráið frá, at Helena var partur av fullveldisskútini í føroyskum politikki og til, at hon ætlaði at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, sum var mótpolur til fullveldispolitikkin, var alt ov stutt.
Høvuðspersónurin heldur seg ikki hava nakran trupulleika við at umboða Javnaðarflokkin, hóast hon var partur av fullveldissamgonguni. Hon heldur tað er ein grundleggjandi samanhangur millum politikkin, sum hon talaði fyri tá og tann politikk, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í verki.
-Tey árini, eg havi sitið sum landsstýrismaður og løgtingslimur, vóru tað serliga tvey mál, sum høvdu mín áhuga. Hesi vóru sjálvsstýrismálið og vælferð hjá fólkinum í Føroyum. Eitt samfelag har tey veiku hava tað gott er eitt gott samfelag, og eitt samfelag, ið miðar eftir sjálvbjargni. Sum støðan er í føroyskum politikki í dag haldi eg, at Javnaðarflokkurin sameinar best hesi mál. Eg taki fult undir við sjálvsstýrislógini hjá flokkinum og at vit eiga at byggja føroyska samfelagið á samhaldsfastar vælferðarskipanir, greiðir Helena frá

Skerdi blokkin
Sum landsstýriskvinna og løgtingslimur fyri Sjálvsstýrisflokkin var Helena Dam á Neystabø millum annað við til at skerja blokkstuðulin úr Danmark við góðum 300 mio. krónur. Hesa avgerð hjá sjálvsstýrissamgonguni setti Javnaðarflokkurin seg hart ímóti.
Er hetta ein trupulleiki?
- Javnaðarflokkurin var ímóti hesum niðurskurði, tað er rætt, men segði seg kunna taka undir við einum niðurskurði sum var minni. Hetta var eisini mítt útgangsstøði tá ið vit samráddust um hendan spurning. Eg eri ikki ósamd um, at skerjingin av blokkinum var í meira lagi. Men politikkur snýr seg í stóran mun um semjur. Sjálvandi áttu yvirtøkurnar at veriÝ framdar líÝandi yvir alt valskeiðið, tá hevði allur niðurskurðurin ikki komið í einum. Men sum øll minnast gekst illa at finna semjur í Føroyum, og enn verri at finna semjur millum Føroyar og Danmark. Júst tí er neyðugt sum skjótast at leggja eitt nýtt grundarlag undir einari tjóðaskaparligari semju, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon leggur afturat, at málið má sjálvsagt vera, at Føroyar gerast minni fíggjarliga heftar av Danmark,. Hetta mál metir hon vera í samsvar við stevnumið Javnaðarfloksins um at virka fyri fíggjarligum og fyrisitingarligum sjálvbjargni í Føroyum.
-Blokkurin má fyri alt ikki gerast flokkurin ella flokkurin blokkurin. Eg kann minnast, at Javnaðarflokkurin fór til valið í 1998 fyri at loysa sjálvsstýrismálið, og flokkurin fekk eitt gott val. Vit mugu ikki sleppa hesum máli nú, og sjálvsstýrismálið má um alt sameinast við ein hollan vælferðarpolitikk. Kann eg vera ein hjálp í hesum arbeiðinum, so vil eg fegin tað, vísir Helena á.

Flytir seg
Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði tíðindamaðurin, John Johannessen, at hann metir seg sum ein sjálvsstýrissinnaðan javnaðarmann. Søguliga sæð hevur Javnaðarflokkurin vanliga havt trupulleikar við at hava ein greiða støðu til ríkisrættarliga spurningin.
Í flokkinum hevur bæði verið rúmd fyri sambands- og sjálvsstýrissinnaðum, og tí hevur Javnaðarflokkurin havt trupulleikar við at finna ein felags grundvøll viðvíkjandi ríkisrættarliga spurninginum. Síðan 1998, hevur Javnaðarflokkurin verið mótpolur til sjálvsstýrissinnaðu samgonguna, men við John Johannessen og Helenu Dam á Neystabø tykist sum um, at flokkurin møguliga fer at flyta á hesum økinum.

Eru fleiri vengir viðvíkjandi sjálvsstýrismálinum ?

Tað dugi eg ikki at siga. Eg haldi tað er meira ein spurningur um, hvat hvør einstakur brennir fyri. Limirnir í flokkinum hava nøkur felags mál, men tað er ymiskt frá limi til lim, hvussu stór orka verður løgd í tey ymisku málini. Persónliga leggi eg orku í at føra at ein optimistiskan og konstruktivan sjálvsstýrispolitikk, sum sjálvsagt skal vera í tráð við stevnumiðuni hjá Javnaðarflokkinum. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um tjóðskaparliga semju er í øllum førum sera greitt, sigur Helena Dam á Neystabø

Hørð kapping
Vit skulu nógv ár aftur fyri at finna ein so sterkan javnaðarlista í Suðurstreymi, sum tann flokkurin hevur til løgtingsvalið hesaferð. Høvuðsstaðarøkið hevur aldrin verið mett sum ein háborg hjá Javnaðarflokkinum, men tað tykist sum um, at flokkurin hesaferð hevur brotið upp um armar, og lagt nógv fyri at fáa eitt gott val í Suðurstreymi.
Kappingin um tingsess í Suðurstreymi verður rættiliga hørð, har Katrin Dahl Jacobsen, Kristian Magnussen, John Johannessen og Helena Dam á Neystabø óivað verða millum stóru atkvøðuslúkararnir hjá Javnaðarflokkinum.
Ein áhugaverdur spurningur er, hvør fer at draga longsta stráið í kappingini um kvinnuligu atkvøðurnar í Javnaðarflokkinum. Á hesum økinum fara Helenu Dam á Neystabø, Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov at kappast

Skalt tú serliga kappast við Katrina um løgtingssessin?

Tað veit eg ikki. Eg ætli mær fyrst og fremst at arbeiða fyri flokkin. Tað er bara at fegnast, at fleiri nýggj fólk eru komin á javnaðarlistan, og vónandi hevur tað við sær, at flokkurin fær eitt gott val. Eg ætli at gera eitt so gott arbeiði fyri flokkin sum gjørligt, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.