Alt gekk sum eftir ánni, tá menn hjá SEV í Klaksvík í fagrasta veðri í gjár vóru úti í Skúgvi og settu upp tveir nýggjar oljutangar og ein nýggjan elmotor.
Teir fóru av Klaksvík kl. 9 í gjáramorgunin við strandfaraskipinum Sam og vóru í Skúgvi um hálvgum tvey tíðina.
Eftir at hava fingið nýggju tangarnar uppá pláss og nýggja motorin settan upp inni í húsinum, fóru teir undir at fáa annan av teimum gomlu tangunum og gamla motorin umframt ymisk arbeiðstól umborð á Sam.
Hin gamli tangin verður verandi har úti, til teir nýggju eru klárir at taka í brúk.
- Hetta arbeiðið tók bert hálvanannan tíma, greiðir Hans Jákup Petersen frá. Hann er verkmeistari á elverkinum á Strond og stendur fyri tílíkum viðlíkahaldsarbeiðum hjá SEV á útoyggjunum.
- Alt gekk sera væl, veðrið var av tí fagrasta til slíkt arbeiði, og vit vóru aftur í Klaksvík í øllum góðum klokkan 20.30 í gjárkvøldið, sigur Hans Jákup Petersen vælnøgdur.
Kelda: www.sev.fo