Níggju spurningar um ríkisveiting

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er kallaður í samráð í uttanlandsnevndini, har hann skal svara níggju spurningum í sambandi við ætlaðu hækkingina av ríkisveitingini. Spurningarnir, sum uttanlandsnevndin vil hava greiði á, eru hesir:

1. Hví hevur løgmaður ikki biðið um ráðførslu við uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar um hækkaða ríkisveiting?

2. Metir løgmaður, at hetta er í samsvari við §54 í stýrisskipanarlógini?

3. Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar til samráðingarnar?

4. Hvat samskifti hevur verið millum stjórnina og landsstýrið?

5. Nær er samskiftið byrjað – og millum hvønn hevur samskiftið verið?

6. Hvat er samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum um hækkaða ríkisveiting?

7. Hvørji sjónarmið hevur danska stjórnin lagt fram?

8. Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at fáa síni ynskir framd?

9. Hvat ger landsstýrið, um ynskini ikki verða gingin á møti?

- Tygum verða kallaður inn til samráð við uttanlandsnevndina um blokkstuðulin týsdagin hin 20. desember 2011 klokkan 10. Vinarliga sig frá, um ikki ber til at møta til fundin, sigur uttanlandsnevndin í innkallingini til løgmann.