Níggju ára gamal doyði í storminum

Ein níggju ára gamal drongur í Motala í Svøríki doyði seinnapartin sunnudagin, tá eitt træ datt oman yvir hann í herviliga illveðrinum.
- Drongurin varð fluttur á sjúkrahús, men var deyður á staðnum, sigur løgreglan.
Í Jønkøping doyði eisini ein maður, tá ið eitt træ datt omanyvir bilin hjá honum á vegnum. Ein maður og ein kvinna vóru í bilinum, men kvinnan slapp við lívinum.
Stormurin, sum verður róptur "Per", kom yvir Svøríki sunnudagin, eftir at hann hevði herjað um Noregi og Danmark, har hann gjørdi materiellan skaða.
Trø, sum í hópatali fullu, elvdu til trupulleikar á vegum, jarnbreytum og á el-netið, serliga í Suðurnoregi.
Ferðslan var nógv tarnað, og hópur av fólki sat við ongum streymi.