Níggju línuskip í íslendskum sjógvi

Í løtuni eru fimm ísfiskalínuskip og fýra frystilínuskip í íslendskum sjógvi. Skipini fiska mest tosk, hýsu, longu og brosmu.

Í løtuni eru fimm ísfiskalínuskip í íslendskum sjógvi. Skipini fiska mest tosk, hýsu, longu og brosmu.

 

- Eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin, og okkurt skip kemur helst eisini seinni í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Umframt tey fimm ísfiskalínuskipini, fiska eisini fýra frystilínuskip í íslendskum sjógvi í løtuni. Hetta eru skipini, sum vóru á Flemish Kap.

 

- Trý línuskip fiska undir Føroyum. Eitt kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og eitt landar møguliga síðst í næstu viku. Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin verður harður, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni. Tí verður eisini roknað við, at onkur útróðrardagur verður í næstu viku.