Níggju føroyingar eru umborð

Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum saman við sjey av føroysku starvsfólkunum umborð: Leif Petersen, Sørvágur, Adeleid Kirke, Kaldbak, Elisabeth Midjord, Havn,Durita Joense, Miðvágur, Omar Mote, Vestmanna og Jona Joensen, Funningsfjørður. Umfram eru eisini umborð Óli Viðoy og Jákup Joensen, sum høvdu frívakt

 

Fýra kvinnur og fýra menn umborð á Sovereign Explorer eru føroyingar

 

Nýggju av teimum 93 fólkunum, sum hósdagin starvaðust umborð á Sovereign Explorer, eru føroyingar. Av teimum eru er fimm kvinnur. Fýra teirra starvast sum »ofshore stewardessur«, sum vit enn ikki hava fingið føroyskt heiti fyri, tað kundi kanska verið týtt til »frálandaternur«.

 

Arbeiðið hjá teimum er fyrst og fremst at halda boripallin reinan innan og at vaska klæði. Tá føroyska ferðalagið vitjaði, vóru tær eisini í køkinum.

 

? Vit eru 14 dagar umborð og hava so frí í 14 dagr, siga tær við Sosialin. Tær trívast væl umborð, siga tær, hóast tær ikki hava verið umborð í fleiri enn fimm dagar.

 

? Í fríttíðini hugna vit okkum og práta, men tíðin gongur so skjótt, at vit vita ikki av tí, siga tær. Umborð búgvar tær tvær á hvørjum kamari við wc.

 

Høvuðsmálið umborð er enskt, so tað er eingin trupulleiki at samskifta, síga tær, hóast skotarnir kunnu verða truplir at skilja.

 

Fyribils hava tær arbeiði umborð til í heyst, tá hetta leitiumfarið er liðugt.

 

Fyri at sleppa at starvast umborð á einum boripalli krevst, at tú hevur lokið trygdarskeið ? og tær hava allar verið á slíkum skeiði, sum kann takast í Noreg, Skotlandi ella í Danmark. Onkrar teirra hava eisini verið á palli í Norðsjónum. Eisini vóru nakrar við, tá Sovereign Explorer varð sleipaður úr írskum sjógv til Føroya, ein teirra var sjúkrasystirin umborð, Anna Maria Simonsen úr Havn.