Nýggjasti móti á Rex

Eitt øðrvísið mótashow -við klæðum til bæði fólk og hundar- var hóskvøldið hildið á Rex. Hálkan hevði allarhelst sína ávirkan á tiltakið, tí fleiri stólar stóðu tómir í salinum. Men tey, ið hættaðu sær oman, fingu eitt gott show

Átta handlar vóru við í sýningini: Sirri, Siri, Touché, Drós, Kallkyn, Thomas Dam Ítróttur, Optikbúðin og Fótbúðin. Hár og sminka var gjørt av Royal hárfríðkan.

Tað var felagið Miðbýurin, sum stóð fyri tiltakinum, og høvuðsfyriskipari var Óluva á Lofti.

Hon sigur, at tað var spildurnýggi jólamótin, sum júst er komin, sum varð vístur fram.

- Eg haldi, at tað hevur verið so nógv fokus á SMS, at fólk gloyma hvussu sjarmerandi tað er at ganga niðri í miðbýnum. Hetta er eitt átak fyri at seta fokus á miðbýin aftur, tí vit hava sera nógv at bjóða á øllum økjum, greiðir Óluva frá.

Hon sigur, at viðskiftafólkini eru vorðin meiri tilvitað um hvat tey vilja hava, og tey krevja tí alsamt meiri. Tí valdi hon at gera eitt so stórt tiltak.

Umframt mótasýningina, var eisini framførðsla við Una Debes, ábit og okkurt leskandi. Harafturat var lutaseðlasøla við góðum vinningum og dansisýning .

-Eg haldi, at tiltakið er sera væleydnað. Og hetta verður heilt víst endurtikið skjótt aftur, sigur Óluva á Lofti at enda.