Meiri enn 100 fólk gjørdu vart við seg, tá svenska løgreglan skipaði fyri einari serligari telefonlinju tann 28. februar í sambandi við, at tann dagin vóru 27 ár, síðani Olof Palme bleiv myrdur í Stockholm.
Dag Andersson, sum stendur fyri tí serliga Palme-bólkinum hjá svensku løgregluni, sigur við tíðindastovuna TT, at løgreglan fekk nakrar áhugaverdar upplýsingar frá fólki, sum ringdu tann 28. februar. Hann sigur, at hetta vóru fólk, sum ikki hava vent sær til løgregluna fyrr.
-Vit fara nú at kanna allar upplýsingarnar fyri at vita, hvat er nýtt, og hvat vit kanska hava kannað fyrr, sigur hann.
Hóast nógvar upplýsingar líka síðani drápið er eingin dømdur fyri at hava skotið Palme. Christer Pettersson bleiv dømdur í 1988, men fríkendur árið eftir. Í 1998 vildi ákæruvaldið sleppa at ákæra Pettersson eina ferð afturat, men svenski hægstirættur segði nei við teirri grundgeving, at prógvini vóru ikki nóg góð.
Christer Pettersson doyði í 2004.