Nýggjar stadionætlanir í Klaksvík

Fótbóltsvøllurin í Klaksvík skal innilokast og hava sløk 2000 sitipláss.

 

Tað er kjarnin í eini útbyggingarætlan, sum varð løgd fram í Býráðshøllini í Klaksvík morgun. Ætlanin er í trimum byggistigum, og ítøkiligar fyrireikingar verða longu gjørdar til fyrsta byggistigið.

 

- Klaksvík hevur upp gjøgnum søguna havt nakrar sterkar traditiónir sum býur, sum hava eyðkent og framvegis í dag eyðkenna býin og fólkið her. Ein av hesum traditiónum er ítrótturin og ikki minst fótbólturin. Vónandi er hetta byrjanin til eina enn meira spennandi framtíð hjá fótbóltinum og ítróttinum sum heild her í Klaksvíkar Kommunu, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

 

Fyrsta byggistig í ætlanini er at gera eitt nýtt skýli sunnan fyri fótbóltsvøllin, við síðuna av KÍ-høllini. Annað byggistig er at gera skýli aftan fyri báðar endarnar á vøllinum, og triðja byggistig er at samanbinda alla útbyggingina til eitt innilokað stadion við sløkum 2000 sitiplássum.

 

Einki áramál er sett á verkætlanina, men fjepparafelagið hjá KÍ hevur í eina tíð verið í gongd við at savna pengar til fyrsta byggistigið. Ætlanin verður leystliga mett at kosta 40 milliónir krónur samanlagt.

 

- Eg haldi, at hetta er ein sera góð og realistisk ætlan fyri eini útbygging av fótbóltsøkinum í Klaksvík. Fjepparafelagið hjá KÍ er farið undir at savna pengar til fyrsta byggistig, grunnar eru at søkja um pengar, og Klaksvíkar kommuna skal eisini verða ein viðspælari. Eg rokni við, at um eini sjey ár eru vit komin væl áleiðis við hesi útbygging, sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík.

 

Tað er arkitektafyritøkan Fuglark í Klaksvík, sum hevur gjørt skitsuprojektið.