Í 2003 gjørdi núverandi Umhvørvisstovan eitt upplegg til eina kunngerð um rætningslinjur í sambandi við útleiðing av spillvatni hjá kommunum. Men nú, fimm ár seinni, er kunngerðin framvegis ikki sett í gildi.
Kortini arbeiða fleiri kommunur eftir rætningslinjunum í uppskotinum hjá Umhvørvisstovuni, sum inniheldur fleiri kriteriir, har tey mest umráðandi eru, at alt spillvatn skal reinsast, áðrenn tað verður leitt út á streymasjógv. Sama uppleggið hjá Umhvørvisstovuni leggur upp til, at kommunurnar fáa hetta framt innan ár 2010.
Ein av kommununum, sum hevur tikið hesar rætningalinjur til sín, er Tórshavnar kommuna.
- Tá vit tóku við í 2005 settu vit okkum fyri, at fáa útint málsetningin, sum lagt verður upp til í ætlaðu kunngerðini. Vit hava brúkt einari 15-18 milliónir krónur um árið til hetta endamálið og rokna við, at hava brúkt einar hundrað milliónir krónur, tá komið er á mál, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, ið umsitur kloakkir.
Kommunan hevur lagt stóra orku í júst hetta, at reinsa áirnar, har kloakkir fyrr nærmast fyrilitarleyst eru leiddar út í.
- Vit hava t.d brúkt nógvar milliónir krónur uppá at reinska Rættará, sum rennur heilt úti frá Marknagili, og leitt spillvatnið út á streymasjógv. Djúpagilsá og Sandá eru nú vorðnar heilt reinar og hetta prógva eisini síðstu úrrslitini frá vatngóðsku royndunum ið júst í hesum døgum eru lagdar fram. Arbeiðið við at reinska Hoydalsá er í gongd og fer samlaður kostnaður fyri tað upp um 15 mill. kr. Sum heild hevur kloakkætlanin gingið ógvuliga væl og eri eg sera nøgd við at politisk undirtøka fekst fyri hesum annars sera lágt raðfesta øki. Vit eru ikki komin heilt á mál enn, nakað er at gera á Velbastað, í Kirkjubø, í Kollafirði og á Argjum, sigur Marin Katrina Frýdal.
Hest og Nólsoy
Beinanvegin í 2005 fór Tórshavnar kommuna undir at reinsa kloakkirnar í Hesti – sum kom upp í komununa sama árið – og leiða tær út á streymasjógv.
- Tað var eisini ein kostnaðarmikil uppgáva, men kortini ikki á leið so dýr verkætlan, sum hon vit eru í holt við úti í Nólsoy í løtuni, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd.
Í Nólsoy hava hingartil verið leidd sjey útleyp á víkina, beint út har sum børn spæla á sandinum. Kommunan er farin í holt við at gera eina heilt nýggja kloakkskipan við reinsiverki, pumpuverki og útleiðing av kloakkunum norðanvert Kirkjutanga út á streymasjógv.
- Hetta er ein verkætlan, sum fer at kosta sjey milliónir krónur, og tað er ein stór íløga, sigur Marin Katrina Frýdal.
Hon ivast stórliga í, um gamla Nólsoyar kommuna sum sjálvstøðug kommuna hevði megnað eina so stóra íløgu.
- Kloakkir hava heldur ikki havt ta høgu raðfestingina millum politikarar, so spurningurin er, um hendan verkætlanin annars hevði verið framd. Og nær, sigur Marin Katrina Frýdal.
Hon vísir á týdningin av einum reinum umhvørvi, ikki mist inni á víkum og havnum.
- Børn ganga jú og spæla á sandinum, og tá heilar sjey kloakkir renna út í havnina í Nólsoy, so má tað gerast skiti, og tað er jú beinleiðis heilsuskaðiligt fyri børnini, sigur Marin Katrina Frýdal.
Arbeiðið at gera nýggja kloakkskipan byrjaði beint fyri summarferiuna og verður væntandi liðugt í mars mánaði komandi ár.
Tað er Sp/f Maskingrevstur v/Frank Hellisdal, sum hevur arbeiðið um hendi.