Nýggjar FSF-lógir fyri eykaaðalfund

Arbeiðið við at endurskoðað lógarverkið í FSF hevur verið drúgvari enn væntað. Tí verða føroysku fótbóltsfeløgini kallað til eykaaðalfund í vár, har støða skal takast til nýggju lógirnar

FSF-lógir

Í stuttum snúgva broytingarnar seg um, at FIFA hevur ásett ymisk krøv, sum øll sambondini í øllum limalondunum skulu fylgja teimum reglugerðum, sum FIFA hevur út í kortið. Hetta fyri at forða, at eins mál skulu verða handfarin á ymiskan hátt í ymsu londunum. Og fyri at staðfesta, at øll mál verða viðgjørd eftir somu grundreglum, um trætumálið er somikið stórt, at hetta verður beint fyri altjóða ítróttardómstólin í Lausanne.
Umsitingin hjá FSF hevur í hesum sambandi gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði, og málið varð eisini viðgjørt á fundi við formenninar í ymsu feløgunum í heyst.
Ætlandi skuldi hetta takast upp á aðalfundinum, men seinasta punktum varð tó ikki sett undan aðalfundinum. Ístaðin hava feløgini nú fingið útflýggjað eitt upplegg til hoyringar.
Seinni í vár verður so eykaaðalfundur, har hetta mál verður á dagsskránni. FIFA hevur sett 31. mai sum evstamark fyri at fáa nýggjar lógir, og tí má eykaaðalfundurin haldast fyri hesa dagfesting.
Sami eykaaðalfundur skal ætlandi eisini viðgera sonevnda