Nýggjar bretskar treytir avbjóðing fyri okkum

Stóri spurningurin fyri leitingina við Føroyar og eina nýggja útbjóðing her vil so vera, um og hvørja ávirkan nýggju bretsku treytirnar til oljufeløg, sum vilja leita í teirra øki, fara at fáa fyri okkum.

Oljuleiting og treytir
Analysa


Hetta kann koma at hava við sær bæði fyrimunir og vansar. At bretskir myndugleikar eggja oljufeløgini, sum eru við at rýma av Atlantsmótinum, til at blíva verandi við at geva teimum lagaligari treytir, kann so koma at seta heilt nýtt fokus á alt økið og harvið eisini okkara landgrunn, sum er partur av Atlantsmótinum. Tað kann koma at geva nýggjar upplýsingar og vitan um undirgrundina, og tað kann gera, at tað verða gjørd nýggj fund. Ein vansi kann so vera, at áhugin fyri eini útbjóðing við Føroyar kann gerast minni, um so er, at treytirnar bretskir myndugleikar kunnu geva eru nógv lagaligari enn tær, sum Oljumálaráðið kann varta upp við.

Uttan iva kann hesin spurningurin fara at gerast eitt heitt tjakevni, tá løgtingið í vár skal taka støðu til m.a. treytirnar og eisini økini í 2. útbjóðing, tí tað vilja altíð vera ymsar meiningar um, hvat er rætta javnvágin, tá treytir skulu setast til útlendsk feløg, sum vilja gera íløgur her. Hetta verður tí ein stór avbjóðing til tey, sum skulu gera uppskot til reglur fyri 2. útbjóðing og tey, sum skulu taka endaligu avgerðina. Fyri eitthvørt leitiøki er altavgerandi: hvat skal til fyri at skapa áhuga fyri íløgum, og hvussu skal eigaralandið tryggja sær at fáa sum frægast burtur úr sínum egna ríkidømi.

Hetta eru so nettupp spurningar, sum Oljumálaráðið uttan iva fer at viðgera í næstum, nú alt grundarlagið undir 2. rundu verður fyrireikað. Tað er tí heldur ikki óhugsandi, at bretska útspælið kann koma at seta nýggj krøv til Oljumálaráðið um at vera kappingarført. Hinvegin minnir sumt av tí bretar nú seta í treytirnar tí, sum longu varð boðið í 1. útbjóðing við Føroyar, har gjørd vóru 9 ára loyvi við tí í huga at geva oljufeløgunum fleiri og víðari møguleikar enn bara at plikta tey til at bora innan ávíst áramál.