Hondbóltur
Fríggjadagin 31. mars fer føroyska kvinnulandsliðið við flogfarinum hjá Atlantic til Danmarkar. Ørindini har eru ein stutt venjingarlega, áðrenn kósin tann 4. apríl verður sett móti Sarajevo, har Challenge Trophy í ár verður hildin.
Spildurnýggjar avbjóðinar
Verður hugt at luttakaralistanum, so sæst, at Føroyar eru einasta landið í kappingini, sum eisini var við seinast, og tað kundi bent á, at Føroyar hesa ferð skulu roknast millum avgjørdu favorittarnar, eftir at talan fyri tveimum árum síðani gjørdist um silvurmerki.
Men tað er samstundis lítið at ivast í, at talan verður um harða mótstøðu. Vertstjóðin tók seinast lut í Challenge Trophy fyri seks árum síðani, og ta ferðina vunnu tær kappingina. Hartil kann eisini roknast við, at Letland hevur eitt gott lið, meðan flestu av hinum londunum mugu roknast sum hampuliga óvissir faktorar.
Ella sum annar av landsliðsvenjarunum, Flemming Raben, segði, tá tíðindafundur varð hildin í Sunset Boulevard í SMS í morgun.
Spyrt tú meg, hvørjum londum vit helst vilja møta, er svarið Ongland og Cypros. Hini londini kenni eg púrt einki til!
Spennandi hópur
Flemming legði annars dent á, at hann helt talan vera um ein sera spennandi hóp, sum nú fer avstað. Í mun til hópin, sum fyri tveimum árum síðani vann silvur í Mezzocorona, er talan um sjey spildurnýggjar spælarar. Og hetta er nakað, sum undirstrikar ættarliðsskiftið í hópinum, helt Flemming.
Á einum landsliði vil talan altíð vera um nakrar náttúrligar útskiftingar, men tað kann væl vera, at hópurin hesaferð er nakað yngri enn tann, sum var við seinast. Vit hava tó havt onkrar skaðar (Gunnleyg Berg, Lív Sørensen og Nikolina Eyðbjørnsdóttir), eins og nakrir spælarar hava givið avboð.
Men eg haldi eisini, at hetta sigur nakað um møguleikarnar, sum eru í føroyskum hondbólti. Vit vóru í fjør við U-liðunum í Nøvling Cup í Aalborg, og góðu avrikini frá teirri ferðini merkja eisini hópin. Sum heild haldi eg eisini, at talan er um eina rúgvu av framúr evnaríkum ungum spælarum í Føroyum, men enn hava hesar kanska ikki sligið til í nóg stóran mun í fremstu røð. Tað kunnu tað so vera fleiri orsøkir til, men tað er týdningarmikið, at vit arbeiða víðari við teimum talentum, sum vit hava.
Fara eftir gullinum
Og Flemming legði eisini dent á, at hóast talan er um fráveru. Og hóast vit ikki kenna mótstøðuliðini, so er málið greitt.
Vit fara so ikki avstað fyri at verja silvurmerkini. Vit fara fyri at vinna gull, og so mugu vit síggja, hvussu tann royndin fer at hilnast. Men verður talan um eina kapping á sama støði, sum hon var fyri tveimum árum síðani, so haldi eg avgjørt, at vit eiga at hava ein møguleika til hettal, staðfesti hann.
Flemming mátti tó viðganga, at fyrireikingarnar hjá liðnum kundu verið betri.
Kappingin endar jú beint undan fráferðini, og tí fáa vit ikki savnað hópin nakað serligt, áðrenn fráferðina. Men tað eru nú einaferð tær fortreytir, sum vit hava at arbeiða eftir, og so mug vit fyrihalda okkum til tað. Í mun til seinasta hava vit so eisini arbeitt miðvíst í tvey ár hesaferð, og tað telur avgjørt rætta vegin í so máta.