Nýggja vaktarskipið eigur at verða smíðað í Føroyum

? Blíva vit við at siga, at uppgávurnar eru ov stórar, endar tað bara við, at vit onki megna. ?Og Sjálvandi er tað rætt at byggja tað nýggja vaktarskipið í Føroyum, heldur stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju

?Eg haldi framvegis, at tað hevði verið rætt at smíða tað nýggja vaktarskipið í Føroyum.

? Tað er ikki alt, sum kann gerast upp í pengum.

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, er ikki samdur við Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, um at tað alt í alt loysir seg betur at byggja tað nýggja vaktarskipið í Noregi, heldur enn at byggja tað í Føroyum.

Fiskimálaráðharrin hevur fingið búskaparserfrøðingar at rokna út at, hóast samfelagsligi týdningurin verður roknaður uppí, er nettoprísurin fyri skipið hægri í Føroyum enn í Noregi.

Tá ið hugsað verður um samfelagsliga týdningin, verður m.a. kanna eftir, hvussu nógv arbeiðið eitt slíkt skip kastar av sær, hvussu nógv verður goldið í skatti av arbeiðslønunum, hvussu nógv verður goldið í mvg av nýtsluni, sum arbeiðslønirnar føra til, og hvat tað økta peningaumfarið, sum eitt arbeiði upp á yvir 100 milliónir, fer at kasta sv sær.

Men harumframt høvdu búskaparfrøðingarnir roknað út, at skuldi tað nýggja vaktarskipið byggjast í Føroyum, fór tað at leggja hald á so stóra arbeiðsorku á skipasmiðjunum, at tað fór at knípa hjá teimum at gera viðlíkahaldsarbeiði, umframt at tað fór neyvan at bera til at átaka sær møguligar aðrar nýbygningar.

Avleiðingin kundi verða, at tað hevði verið neyðugt at flutt inn hópin av fremmandum arbeiðsfólki.

Tað hevði so aftur lagt trýst á bæði lønarlag og føroyska búskapin sum heild.

Alt samanlagt ger, at tað er ikki ráðiligt at bygja skipið í Føroyum, heldur fiskimálastýrið.

Vit hava spurt Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju, hví hann hevur bjóða uppá tað nýggja vaktarskipið, um skipasmiðjan kemur í so stórar trupulleikar av hesum, at mestsum alt annað arbeiðið má leggjast stilt.

? Tað er sjálvandi ikki so, at vit høvdu verið noyddir at lagt alt annað til síðis, um vit fingu tað nýggja vaktarskipið sigur Poul Mohr.

? Vit fara sjálvandi ikki at bjóða uppá eitt arbeiðið, sum fer at koma okkum í so stórar trupulleikar, at vit ikki klára at loysa teir, leggur hann afturat.

Stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju sigur, at hann veit ikki, hvaðani serfrøðingarnir hjá fiskimálastýrinum hava sínar upplýsingar.

? Eg veit ikki, hvørjir serfrøðingarnir eru, ella hvat grundarlagið undir teirra útrokningum er.

? Men búskapafrøði eru ikki eini av teimum vísindunum, sum tað altíð er semja um.

? Tað veldst um eyga sum sær. Og tað kundi so væl verið, at onkrir aðrir serfrøðingar høvdu komið til eina heilt aðra niðurstøðu enn búskaparfrøðingarnir hjá fiskimálastýrinum, sigur Poul Mohr.


Megna skjótt onki

Poul Mohr heldur, at tað er neyðugt, at vit broyta hugburð í Føroyum.

? Tað nyttar ikki at vit altíð siga, at uppgávurnar eru ov stórar.

?Tí skal tað verða hugburðurin, at allar uppgávur eru ov stórar, endar tað bara við, at vit megna onki til síðst.

? Soleiðis koma vit ikki víðari. Vit eiga tvørturímóti at veksa við uppgávuni, leggur hann afturat.

Hann ávarar ímóti at lata okkum púra bedøva av hesum nógv umrødda ?cost-benefit? hugtakið, ella ?kostnað-nyttu? hugtakinum.

? Eftir slíkum metingum, loysir tað seg neyvan heldur at byggja hús í Førioyum, tí uttan iva hevði úrslitið verið, at hevðiverið bíligari at innflutt útlendsk sniðhús og sett tey upp í Føroyum.

? Men er tað hetta vit vilja, spyr hann.


Ordrabókin tóm

Sum øll vita, hevur Tórshavnar Skipasmiðja drúgvar royndir at byggja skip.

Og Poul Mohr sigur, at hann veit einki annað enn, at, tey hava bygt síni skip á skipasmiðjuni hava verið fult nøgd við avrikið.

Í gjár skuldi so nýbygningur nummar 40 fara av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju.

Talan er um tann seinasta av teimum trimum politibátunum, sum Skipasmiðjan skuldi byggja til Grønlands.

Og nú er ordrabókin hjá Skipasmiðjunum tóm

Poul Mohr dylir tí ikki fyri, at tað hevði komið skipasmiðjuni ómetaliga væl við at fingið eitt stórarbeiði, sum tað er at smíða nýtt vaktarskip.

? Men tað hevði eisini komið føroyskum handverki føroyskum, og ikki minst skipasmíði ómetaliga væl við.

Hann sigur, at tað nýggja vaktarskipið er ein sera stór uppgáva, bæði í stødd, men eisini tekniskt, tí krøvini til skipið eru sera stór.

? Og sjálvandi hevði tað verið rættast at bygt tað í Føroyum, um tað yvirhøvur læt seg gera.

? Tó ikki fyri einhvønn prís, tí tað er eisini neyðugt at hugsa um landsbúskapin.

Og í hesum førum ivast hann í um prísmunurin er so stórur, at tað alt í alt loysir seg at byggja tað uttanlands.

?Skipið er sum sagt stórt og ógvuliga framkomið.

? Og umframt tað búskaparliga roknistykki, eiga vit at hugsa um, at verður skipið bygt í Føroyum, verður úrslitið av tí, at vit fáa eina ómetaliga stóra servitan um skipasmíð, sum verður eftir í landinum, og sum fer at fáa stóran týdning fyri okkara førleika, um vit ætla okkum at vera í fremstu røð innan skipasmíð í framtíðini.

Stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju vísir eisini á, at Skipasmíð varð um at doyggja út í Føroyum, tí ongi skip vórðu bygt í fleiri ár í kreppuárunum.

? Tvs, at vit eru um at missa eitt ættarlið av skipasmiðjum burturímillum.

? Og tað er alt umráðandi at halda handverkið viðlíka. ? Gera vit ikki tað, verða vit eftirbátar innan skipasmíð, og tað haldi eg, hevði verið sera óheppið.


Hevði verið gott um veturin

Poul Mohr er nevniliga als ikki samdur um, at tað nýggja vaktarskipið hevði darva teimum føroysku skipasmipjunum so nógv ,at tær høvdu verið noyddar at lagt alt annað til síðis.

Hann roknar heldur ikki við, at tað hevði verið neyðugt at innflutt útlendska arbeiðsmegi til uppgávuna, í hvussu so er ikki í nakran mun, sum hevði verið til bága fyri føroyska lønarlagið ella føroyska búskapin.

Hvussu teir høvdu loyst uppgávuna, kann hann ikki siga nú út í æsir.

? Men hann vísir á, at tað hevði komið væl við, at havt tað føroyska vaktarskipið at gjørt ein vetur.

? Um vetrarnar er mangan ógvuliga lítið at gera á skipasmiðjunum.

? Ætlanin var at at byggja skrokkin uttanlands, so at vit fingu hann til Føroyar í august-september í 2000.

?Síðani skuldu vit hava skipið at gera um veturin 2000-2001.

Poul Mohr sigur, at tað nýggja vaktarskipið hevði kastað nógv arbeiði av sær, tí tað hevði kraft onkustaðni ímillum 50 og 100 fólk, bæði smiðir, skipstimbrarar, elektrikarar o,s,fr.