Sitandi samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at loysa hølistrupulleikarnar hjá Trygdarmiðstøðini í Klaksvík. Hetta kann gerast við at byggja nýtt ella við at keypa hóskandi hølir til endamálið. Nú landsstýrið er farið undir at gera tillagingar í íløguætlanini fyri 2009, eigur spurningurin um nýggja Trygdarmiðstøð at verða tikin við og raðfestur.
Byggja nýtt ella keypa hóskandi bygning
Undanfarna ABC-samgonga var komin langt áleiðis við fyrireikingunum til tess at fara undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík. Peningur var eisini settur av til endamálið. Ætlanin varð tó fullkomuliga slept tá CHE-samgongan tók við. Sitandi ABC-samgonga hevur aftur sett málið á dagsskrá og hevur í samgonguskjalinum ásett, at: “Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir”. Eisini í álitinum til fíggjarlógina fyri 2009 verður mælt til at: “fyrireikingarnar at byggja nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík eiga at halda fram”.
Nú landsstýrið arbeiðir við at gera tillagingar í samband við íløguætlanina, og í tí sambandi fer at leggja eykajáttanarlóg fyri Løgtingið í vár, eigur spurningurin um Trygdarmiðstøðina at verða tikin við og raðfestur.
Íløgur úti um landið neyðugar
Fíggjarnevndin legði í sínum fíggjarlógararbeiði dent á at spjaða íløgurnar út um landið. Nú landsstýrið arbeiðir við at gera tillagingar í íløguætlanini er umráðandi at hildið verður fast við hendan leistin.
Sum skilst verður tíverri ikki gjørligt at nýta allan peningin, sum settur er av til tunnil Norður um Fjall og byrgingina um Haraldsund í ár. Hetta eigur at geva pláss fyri at skunda undir ætlanina at loysa hølistrupulleikarnar hjá Trygdarmiðstøðini, sum ásett í samgonguskjalinum. Somuleiðis vil ein slík ætlan byrgja fyri, at íløgupeningurin hvørvur úr Norðoyggjum, sum í løtuni eru sera illa fyri orsakað av niðurgongdini í fiskivinnuni. Almenn arbeiðspláss og byggivirksemi hava tí alstóran týdning.
Fari av somu orsøk at mæla landsstýrismonnunum í ávikavist fiskivinnu- og fíggjarmálum til at laga tillagingarnar á íløguætlanini soleiðis at farast kann undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð alt fyri eitt, ella í øðrum lagi, at hóskandi høli verða keypt í Klaksvík, sum verða umbygd til endamálið.









