Í samband við at TB-húsið við Stórá letur upp verður móttøka leygarkvøldið millum klokkan 19.00 og 21.00.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentunarnevnd Tvøroyrar Býráðs, Andrè Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag og Charlotta Nielsen, formaður í ungdómsdeildini hjá TB, fara at røða.
Ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag fer í samband við at húsið letur upp alment at handa øllum børnunum í felagnum eina serliga felagsgávu, boðar leiðslan í felagnum frá.
TB spælir mánadagin móti KÍ í Effo-deildini.










