Fiskivinna
Herfyri undirskrivaði P/F Krossbrekka í Gøtu, sum er systurfelag hjá P/F Varðanum, ið eigur Trónd í Gøtu, sáttmála um bygging av nýggjum nóta-og trolskipi í Noregi.
Tað verður skipasmiðjan, Langstein í Noregi, sum skal byggja nýggja og snotuliga skipið hjá gøtumonnum . Skipið fær fiskiloyvini hjá Finni Fríða og Saksabergi, sum fara úr flotanum.
Nýggja skipið hjá gøtumonnum, sum á heimasíðuni hjá Skipsteknisk AS í Noregi eitur Finnur Fríði, fer at royna eftir sild, makreli, lodnu, svartkjafti og rossamakreli.
Við ársenda 2003
Gongst sum ætlað, kemur nýggja nóta-og trolskipið í føroyska fiskiskipaflotan við ársenda 2003.
Skipið verður 76,2 metrar langt og 15 metrar breitt og fer at lasta 2600 tons.
Til samanburðar við onnur skip í flotanum, verður nýggja skipið hjá gøtumonnum mest líkt Krúnborg hjá Eileri Jacobsen.
Mett verður, at skipið fer at kosta út við 150 milj. krónur.
Verkætlanin tódnað
Upprunaliga ætlaði P/F Krossbrekka at byggja eitt verksmiðjuskip, sum skuldi flakaskera uppisjóvarfisk. Í hesum førinum var talan um eitt nógv størri skip og eina nógv dýrari verkætlan, sum væntandi fór at kosta einar 230-250 milj. krónur.
Sum skilst, vórðu hesar ætlanir sleptar, tí P/F Krossbrekka kundi ikki fáa lyfti um svartkjaftakvotu, fyrr enn svartkjafturin er býttur millum strandalondini, ið veiða svartkjaft.