Hølisviðurskiftini hjá listafólkum í Tórshavnar kommunu hava verið ein afturvendandi avbjóðing. Hølini hava verið fá, tey hava ligið spjadd og illa fyri, so at eingin heild hevur fingist í virksemið.
Longu um aldaskiftið varð tosað um at geva mentanini fastar karmar í eini samanhangandi heild. Nú skuldi Tórsgøta gerast eitt mentanarligt gil í miðbýnum. Sum frá líður er hetta vorðið veruleiki. Og við Finsen og øllum virkseminum har er ein mentanarligur miðdepil í býnum veruleiki - við myndlist, leiklist, tónleiki, sangi og hølum til framsýningar.
Í gjár var tað so Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, sum fekk heiðurin at lata nýggju Listahøllina í Finsen upp.

Nýggja listahøllin í Finsen latin upp











