Nýggja kirkju til dagsins tørv

Kirkja: Tað er neyvan nøkur avgerð, tá kirkjuráðið í Kollafirði hevur sett fram ynski um eina nýggja kirkju. Kirkjan, sum stavar heilt aftur frá 1837 er bæði vøkur og søgurík, treyðugt so. - Men hon hóskar seg ikki so væl til nútíðar brúk, sigur Anfinn Eli Dam, formaður í kirkjuráðnum.

Kollafjørður: Tað er eitt søguligt øki, sum kirkjan stendur á her í fyrndargamla býlinginum við Sjógv, miðskeiðis í longu bygdini.

Tað var á vári fyri sløkum 200 árum síðani at spurningurin um at byggja kirkju her og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837.

Eitt sindur av kapping var vist millum bygdirnar báðar um, hvør skuldi verða fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvirlutan, og í august mánaði hetta árið fóru teir ídnir til verka við at byggja kirkjuna sum stendur á laðaðari grund.

Skjótt varð arbeitt, tí kirkjan varð vígd longu fyrsta sunnudag í advent hetta árið sum var 3. desember ella nakað frammanundan, 18. november. Kvívíkingar fingu sína kirkju árið eftir, og ta verandi í 1903.

Síðani 1837 hevur kirkjan í Kollafirði fingið fleiri størri umvælingar, men hesar eru eftir øllum at døma ikki nøktandi til dagsins tørv.


8000 vitjandi

Tann, ið vitjar kirkjuna í Kollafirði kann skjótt staðfesta, at hon er sera vøkur og ljós innan.

Hon var millum annað brúkt til filmin “Barbara” eftir Niels Malmros. Ferðafólk koma ofta framvið og fáa eina rundvísing í kirkjuni. Tað er í samstarv við Hoyvík Tours, og tað vitja millum 7 og 8000 ferðafólk um árið í kirkjuni.

- Tað passa 120 fólk í kirkjuna, so hon er alt ov lítil til høgtíðir og jarðarferðir. Til vanligar gudstænastur eru um 30 fólk, og kanska 60 tá ið prestur er, sigur Anfinn við heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.fo

- Hon hóskar seg heldur ikki til nútíðar brúk, staðfestir hann.

Kirkjan liggur haraftrat beint við høvuðsvegin, har tað koyra væl omanfyri 4000 bilar í miðal framvið. Allan henda nógva ferðslan hoyrist inn í kirkjuna og órógvar gudstænastuna.

- Tað er einki vesi í kirkjuni og hurðin er ov smøl, og sleppa bert summar kistur inn í kirkjuna. Men kirkjan er friðað, og tí sleppa vit ikki at broyta nakað. Tí hava vit eitt ynski um eina nýggja kirkju, vísir formaðurin í kirkjuráðnum á.


Samstarv við missiónina

Tað eru longu liðin nøkur ár síðani, at kirkjuráðið søkti um grundstykki.

Tey ynskja at fáa eitt øki, sum ikki er longri enn ein kilometur burtur frá kirkjugarðinum. Tá ið grundstykkið er komið uppá pláss, kunnu tey fara at arbeiða meira ítøkiligt við prosjektinum.

Hóast einki svar er komið frá kommununi enn, er greitt, at tey ynskja eina kirkju, har ein kann hýsa einum kirkjuligum arbeiði - tað er: hámessa og onnur kirkjulig tiltøk.

- Vit hava gott samstarv við missiónshúsið á staðnum, og tað ynskja vit at varðveita.

- Nú er høvuðsavbjóðingin at arbeiða fram ímóti eini nýggjari kirkju, sigur Anfinn Dam. 




Aðrar nýggjar kirkjur

Tað er ikki bert í Kollafirði at ynski eru sett fram um nýggja kirkju. Eisini á Glyvrum og á Argjum eru ætlanir um tað sama.

Á Argjum hevur kirkjuráðið fingið uppskot um eitt øki nærhendis Sandá, og liggur tað uppskotið í løtuni til almenna hoyring. Gongst sum ætlað, kann ein nýggj kirkja standa klár her um eini 3-4 ár.

Á Glyvrum er ætlanin eisini at byggja nýggja kirkju, ístaðin fyri ta verandi, sum varð vígd í 1927. Hon er síðani vorðin munandi útbygt, men kortini ikki so mikið at hon nøktar tørvin ídag.



Gongd í málinum

Tað tekur sjálvandi sína tíð at avgreiða eitt so stórt mál, sum tað er at byggja nýggja kirkju - frá tí at umsóknin verður send, til hon verður játtað ella avvíst.

Umvegis alnetið hava vit hugt eftir einum lítlum parti av gongdini í málinum, frá byrjanini og nakað fram í Tórshavnar kommunu.

Gongd hevur eisini verið í málinum um nýggja kirkju, eftir at Kollafjarðar Bygdaráð í desember 2000 samtykkir at ávísa grundøki til nýggja kirkju onkunstaðni við Sjógv í Kollafirði. Biðið varð tá somuleiðis um fund við kirkjuráðið um málið. Seinni gjørdist Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, og í mars 2001 og í oktober sama ár sendir Kirkjuráðið skriv til Tórshavnar kommunu um fund um málið.

Í februar 2002 er fundur við teknisku umsitingina í kommununi. Niðurstøðan á fundinum var, at býargartnarin ger kort av umrødda øki, at málið verður lagt fyri bygg- og býarskipanarnevndina til prinsippavgerð

og at kirkjuráðið verður kallað aftur á fund.

Málið hevur síðani verið til víðari viðgerð innanveggja í býráðnum, í innlendismálaráðnum og í kirkjuráðnum. Hóast kollfirðingar framvegis ganga í gomlu kirkjuna, er eingin ivi um, at tørvurin á nýggjari kirkju ikki er vorðin minni sum árini eru gingin.