Nýggja flogfelagið er veruleiki

30% av føroyska marknaðinum. Tað er málið hjá FaroeJet, sum varð stovnað í gjár. Felagið hevur 15 milliónir krónur í partapeningi

Flogfelag

15 milliónir føroyskar krónur vórðu í gjár settar í FaroeJet, sum er nýggja føroyska flogfelagið. Við føroyskum krónum verður sipað til, at eigaraskarðin er avmarkaður til bert at vera føroyskur. Ætlandi skal partapeningurin í næstum økjast í 25 mió kr., harav 1 mió kr. eru at kalla oyramerktar sum starvsfólkapartabrøv.

Brúka British Aerospace
Á stovnandi aðalfundi vórðu Heðin Poulsen av Vatnsoyrum, Karl Birgir Isaksen, Klaksvík, Fríðgerð á Mýrini úr Sandavági, Jógvan Simonsen við Saltangará og Knút Lützen úr Havn vald í nevndina. Knút Lützen er nevndarformaður, og hann sigur, at felagið alt fyri eitt fer til verka.
- Málið er at fara ígongd við veruliga rutuflúgving 1. mars, men tað fer kanska at knípa. Men í mars mánaði skulu vit í øllum førum vera komin undir land, sigur hann, soleiðis at 1. apríl er avgjørt evstamark fyri byrjan av rutuflúgving.
Felagið hevur longu gjørt leiguavtalu um eitt BA-146 flogfar, ið er tað sama, sum nýggjasta flogfarið hjá Atlantic Airwaýs, og hetta skal setast í fasta rutu millum Vágar og Keypmannahavn. Hetta flogfarið tekur 94 ferðafólk, sum øll koma at sita sera væl, sum nevndarformaðurin tekur til.

Vilja betra tænastuna
Sjálvur er Knút Lützen umvegis Safari Transport saman við Norðoya Sparikassa størsti einstaki partaeigarin í felagnum. Umvegis farmafelag sítt hevur hann sjálvandi ein náttúrligan áhuga í betraðum flutningsmøguleikum, men sjálvur leggur hann dent á, at hann fyrst og fremst sær hetta sum eina íløgu.
- Sjálvandi vóni eg, at vit við hesum kunnu skapa betri møguleikar hjá flutningsfeløgum í landinum. Sjálvur havi eg í øllum førum fleiri ferðir upplivað, at tænastan ikki er tann, sum eg hevði vónað.
- Men tá eg seti somikið stóra peningaupphædd í projektið, so er tað fyrst og fremst, tí eg síggi hetta sum eina góða íløgu. Vit hava í drúgva tíð arbeitt við hesum projektinum, og vit ivast ikki í, at tað fer at bera til.
Men hvat skal til, fyri at raksturin skal hanga saman?
- Í løgdu fíggjarætlanunum var staðfestingin, at vit skuldu hava 32% av føroyska marknaðinum. Bæði fyri ferðafólk og farm. Tey tølini vórðu tó grundað á ferðafólkatalið fyri 2004, og nú vit nærum kunnu staðfesta tølini fyri 2005, meta vit, at eini 30% er nóg mikið.
Felagið fer fyrst og fremst at grunda raksturin á rutuflúgving millum Vágar og Kastrup. Ella kanska skuldu vit sagt millum Kstrup og Vágar. Høvuðsstøðin hjá felagnum verður nevnliga í Kastrup. Nakað sum felagið metir kann geva eitt gott ískoyti til raksturin, tí tað tá er gjørligt at leiga flogfarið út, tá føroyska felagið ikki ger nýtslu av flogfarinum. Sambært løgdu ætlanunum, verður flogið tvær ferðir um dagin í háárstíð og eina ferð um dagin í lágárstíð.
Stjóri er eisini settur, og er hetta 36 ára gamli Johan Simonsen úr Fuglafirði.