Nýggj vøra heimkomin

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tað er so ræðuliga ringt fyri Føroyar og ikki minst fyri føroyingar í Føroyum, at føroyingar í Danmark og í øðrum londum, um tey eru til, ikki koma aftur. Jørðin er, sum vit øll vita, fløt sum ein gudilig joke og endar í Danmark.

At føroyingar í Danmark ikki koma heim aftur, hóast heim teirra er í Danmark, er so ringt fyri okkum, sum eru eftir í Føroyum. Vit gerast skjótt eitt hótt djóraslag í vanda fyri týning og undirgangi, men tó ikki yvirgangi.

Pandabjørnin nørist eisini best í øðrum londum enn sínum egna.

Fyrst siga tey klóku, at tað er ókristiliga dýrt at búgva í heilkristna landinum Føroyar, alt er nógv bíligari í Danmark. Og so er tað allur sannleikin, í fjølmiðlum og í bindiklubbum og undir hjallinum.

So siga tey klóku, at vit noyðast at fáa føroyingar í Danmark aftur til Føroya, tí annars drukna vit í dýpinum av dýrari mjólk.

Komið heim, komið heim, tí her er so dýrt og fólk hava einki arbeiði og einki at eta, og børnini sleppa ikki at ganga (verða tey ikki øll koyrd?) til ítriv.

Komið heim, komið heim, tí her eru almannaveitingarnar nógv færri og minni enn í Danmark.

Komið heim, komið heim, tí her er altíð ringt veður.

Komið heim, komið heim og gjaldið okkara pensjónir.

Komið heim, komið heim og latið ta helvtina av lønini, tit hava eftir, øllum teimum, sum ganga á dyrnar hjá fólki og bidda pengar, ella gera tað í fjølmiðlunum, sum altíð eru til taks til slíkt.

Komið heim, komið heim og veljið fólk í løgtingið, sum tora at traðka á onnur enn tey veikastu. Tora at kanna, um øll tey, sum fáa frá ALS og Almannaverkinum, veruliga hava rætt til at fáa.

Ella skulu vit bara siga sum er: Føroyar orka ikki at bera fleiri enn okkum, sum eru eftir. 1500 fólk hava ikki ráð at halda jól ella at halda lívið yvirhøvur. 1500 hava einki arbeiði. Longu har eru vit 3000 ov nógv.

Fáa vit fólkatalið niður í 45.000 ella eitt sindur lægri enn tað og halda tí har, sleppa vit undan fleiri útbyggingum. Sjálvandi skal hvør einasta bygd, sum hevur veg, eisini hava berghol ella tunnil. Og tær bygdir, sum bara hava berghol, skulu sjálvandi hava veg eisini. Men okkum nýtist ikki at byggja fleiri barnagarðar, skúlar, sjúkrahús, sparkivøllir, samkomuhús, bara kirkjugarðar, tí burðaravlopið tódnar.

Og latið fólk arbeiða so leingi tey orka og tíma, so spara vit eina rúgvu av pensjón.

So komið heim, komið heim, komið bara heim. Men skundið tykkum av stað aftur. Helst sum skjótast. Ferðaavgjaldið lækkar.

Eitt av øllum tí, sum er nógv dýrari í Føroyum, er rýmingarleiðin, ferðaseðilin av landinum. Hann heldur nøkrum aftur. Tey hava ikki ráð at fara.

Vit mugu hava eina innsavning til ein einvegisferðaseðlagrunn til teirra, sum bera tokka til Danmarkar.

Danmark sigur ongantíð nei takk til ein danskan ríkisborgara úr Føroyum, ella flóttafólk úr øðrum londum.

Kavin var hvítari fyrr, og tað grør betur hinu megin bøgarðin.

Kanska onkur, sum kemur úr Danmark, loysir gátuna fyri okkum heimføðingar. Hví skulu lærdir føroyingar koma aftur til Føroya? Hví skulu dugnalig fólk koma aftur? Til eitt land, har sum dugnaloysi er ein dygd, ein kvalifikasjón.

Støðan er ikki verri enn ring, so leingi vit ikki hava manntal við at telja á aðrari hondini.

Og hví skulu lærd fólk flyta úr 21.øld aftur í onkra av miðøldunum?

Annars er nýggj vøra heimkomin til jóla.