Av tí at stýrislimirnir Lis Mortensen og Bogi Davidsen og varalimurin Eyðfinn Egholm hava valt at taka seg úr stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, eru nýggj fólk sett Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur fyri restina av tíðarskeiðnum sett
Herálvur Joensen, sendimann, fyri Lis Mortensen, og fyri Boga Davidsen tekur varalimurin Juanna S. Joensen sæti í stýrinum.
Nýggjur varalimur fyri Juannu S. Joensen er Magni Mohr, cand scient. Ph.D, og nýggjur varalimur fyri Eyðfinn Egholm er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim.
Limir: Varalimir:
Herálvur Joensen, sendimaður Kristianna Sjóvará, cand. mag.,
Juanna S. Joensen, cand.scient.oecon. Ph.D Magni Mohr, cand scient. Ph.D
Jan Mortensen, stjóri Marita Rasmussen, stjóri
Tove Bull, professari Tórsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D
Winny í Pætursastovu, fulltrúi Dávur Eyðunsson Sørensen, KT-vørður
Robert James Brown, professari Ása Róin, útbúgvingarleiðari
Anni Djurhuus, lesandi Guðrið Krúnufjall, lesandi
Fróðskaparsetur Føroya fevnir um verandi Fróðskaparsetur, Læraraskúlan og Sjúkrarøktar¬frøði-skúlan. Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum.
Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar. Stýrið ásetir bygnaðin og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.
Nýggju limirnir taka við 1. september 2009.