Nú verður ein nýggj útstykking gjørd í Djúpagili í Hoyvík.
Talan er um eina útstykking í økinum, har Djúpagil møtir nýggja sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin. Ætlanin er, at avkoyring til skal verða frá nýggja sambindingarvegnum til útstykkingina.
Útstykkingin fer at binda økini á báðum síðum av sambindingarvegnum meira saman, økini frá ovastu húsunum Millum Gilja yvir til, har Løgmannabreyt endar í eini rundkoyring.
Málið er seks ára gamalt og hevur fleiri ferðir verið fyri. Talan er um 24 grundstykki á í meðal 328 fermetrar, umframt felagsøki og parkeringsøki. Samtykt varð í desember 2011 at seta pening av til skitsuprosjekt. Trý tilboð komu inn, Landsbyggifelagið átti lægsta tilboð. Síðan hevur umsitingin broytt prosjektuppskotið.
Býráðið samtykti í farnu viku at játta pening til at gera ráðgevarasáttmála og útbjóðingartilfar