Nýggj Telebúð í Saltangará

Tíðindaskriv

 

Fríggjadagin 21. september kl. 14 letur Føroya Tele upp nýggja Telebúð í Saltangará.

Nýggja Telebúðin verður við einari snøggari og nýmótans innrætting flaggskipið hjá Føroya Tele og ein fyrimynd fyri, hvussu hinar Telebúðirnar kring landið fara at verða innrættaðar í framtíðini.

Í hesum sambandi verður móttøka í nýggju Telebúðini fríggjadagin millum kl. 14 og 18, har øll eru vælkomin.

Ballónir og annað verður til børnini og leygardagin skrivar Regin Vágadal, sum FøroyaTele er høvuðsstuðul hjá, autografar.

Harumframt bjóðar FøroyaTele góð tilboð uppá GSM- og tráðleysar telefonir.