Nýggj útbúgving í orku og umhvørvi

Føroysk viðurskifti vera í miðdeplinum, tá farið verður undir nýggju bachelorútbúgvingina í orku- og umhvørvisverkfrøði á Setrinum eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin gevur teimum lesandi eina breiða vitan um burðardygga orkuveiting og orkunýtslu.

Hesum boðar Fróðskaparsetrið frá í dag.

Hvussu ávirkast samfelagið, veðurlagið og umhvørvið av teimum orkukeldum, vit velja? Hvussu skipa vit okkara framleiðslu á burðardyggan hátt? Hvussu gagnnýta vit best tær orkukeldur, vit hava í Føroyum fyri at minka um innfluttu oljuna? Millum annað hesir spurningarnir verða viðgjørdir í nýggju útbúgvingini á Setrinum.

- Útbúgvingin er viðkomandi, tí varandi orkukeldur eru eitt sera heitt evni um allan heim. Í Føroyum hava vit hópatals møguleikar at vinna orku úr náttúruni, og eisini her heima er spurningurin um, hvar vit skulu fáa okkara orku frá í framtíðini, viðkomandi, sigur havfrøðingurin Bárður A. Niclasen frá Náttúruvísindadeildini.

Tað tekur trý ár at lesa orku- og umhvørvisverkfrøði, og møguleiki er at taka eitt hálvt ár á einum útlendskum universiteti. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, og tað er ein hópur av áhugaverdum tilfari, sum tey lesandi kunnu kanna og viðgera.

Prógvið gevur góðar møguleikar til gransking og ymisk størv. Við tí ber eisini til at lesa viðkomandi greinar á masterstigi uttanlands.