Nýggj summarsending í Útvarpinum

Í morgin byrjar nýggj summarsending í Útvarpinum. Sendingin fær navnið Radius, sum eisini var nýtt seinasta ár.

Tað eru tey fýra: Kári Sólstein, Elin í Stórustovu, Finnur Jensen og Fróði Løkságarð, sum koma at standa fyri sendingini. Sendingin verður fyrstu ferð send týsdagin 3. juni.