NÝGGJ SEMJA: Kommunur skulu leggja saman í 2013

Nú er ein nýggj politisk semja gjørd um at leggja kommunurnar saman um hálvtannað ár

Tann 1. januar 2013 skulu tað bara vera sjey ella átta kommunur í Føroyum.
Tað eru politiskir flokkar á Løgtingi samdir um.
Síðani ABC samgongan skrædnaði, hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í innlendismálum roynt at finna eina nýggja semju um ætlanina at leggja kommunurnar saman.
Og tað hevur hepnast so mikið væl, at á Ólavsøku fer hon at leggja uppskot fyri Løgtingi um at leggja Føroyar saman í sjey ella átta kommunur frá 1. januar í 2013.
Hon hevur eisini fingið undirtøku í landsstýrinum fyri ætlanini.
Einasta ivamál er um Fuglafjørður og Eysturkommuna verða lagdar saman í eina kommunu, ella um tær báðar kommunurnar skulu vera í eini savnaðari Eysturkommunu.
Tað avgerðina skulu tær báðar kommunurnar hava tikið í seinasta lagi 1. juni í 2012. Men eru tær ikki komnar til eina niðurstøðu tá, verða tær lagdar saman í eini savnaða Eysturoyar Kommunu og so verða tað sjey kommunur í landinunum.
Nú skal landsstýriskvinnan eisini hava fund við bæði kommunufeløgini um ætlanina og tey fáa hana síðani til hoyringar.

Málið er búgvið
Helena Dam á Neystabø hevur raðfest málið um kommunusamanlegging og tí hevur hon samráðst við politisku flokkarnar í summar í eini roynd at finna eina semju.
Og tað arbeiðið hevur nú borið frukt so væl, at hon heldur, at stundin er komin at leggja uppskot fyri Løgtingið um kommunusamanlegging og tað fer hon at gera á Ólavsøku.
- Eg meti, at uppskotið er búgvið at leggja fyri Løgtingið nú, tí eg meti, at tað fer at vera til at fáa meiriluta fyri tí.
Men hon staðfestir, at tað er ikki fyrrenn málið kemur til viðgerðar, at endalig greiða fæst á tí.
Kortini heldur hon, at verður ikki ein avgerð tikin nú, so at kommunurnar verða lagdar saman 1. januar í 2013, tá ið eitt nýtt valskeið byrjar, skulu vit bíða í minst fýra ár afturat og tað heldur hon er ov leingi.
- Málið hevur verið so leingi á skrá, at dettur tað niður fyri nú, tað er komið so nær, verður helst seinur dagur, áðrenn nakar hættar sær undir tað aftur, heldur hon.
Tað er greitt, at bæði Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin Framsókn og Sjúrður Skaale, uttanflokstinglimir, hava boðað frá, at teir taka undir við ætlanini.
Harumframt er væntandi, at onkur fólkafloksfólk taka undir við ætlanini.
Eitt nú hevur kommunusamanlegging verið eitt hjartamál hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Anniku Olsen, sum nú er tingkvinna.
Hinvegin er greitt, at partur av Fólkaflokkinum er ímóti ætlanini og heldur ikki hava Tjóðveldi og Miðflokkurin vilja bundið seg til nakað.
Landsstýriskvinnan sigur, at í hesum sambandi verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at verða umsitið 1. januar 2014.