Nýggj árskrift á mjólkarpakkanum

Føroyskir tannrøktarar hava í samstarvi við Mjólkavirki Búnaðarmanna gjørt eina nýggja áskrift á mjólkarpakkan, sum serliga hevur ein boðskap til børn og ung. Vónandi taka foreldrini væl undir við hesum tiltakið, sigur Áhugafelagið hjá Føroysku Tannrøktarum

Mjólkarpakkin kemur í sølubúðirnar fyrst í komandi viku.
Orsøkin til at føroyskir tannrøktarar tóku stig til hetta tiltak er, at børn og ung í Føroyum drekka ov nógv av saft og sodavatn, og tað er so aftur ein av orsøkunum til, at tannheilsan ikki er nóg góð.
Mjólk er góð fyri bæði ung og gomul. Tað er sera umráðandi, at foreldur geva børnum mjólk at drekka, so tað at drekka mjólk verður ein góður vani gjøgnum alt lívið.