Nýggjárshaldið í Vági gekk sum ætlað

Veðrið hevði ávirkan á nýggjárshaldið í fleiri støðum kring landið.

Í onkrari bygd hildu tey nýggjár longu 30. desember vegna vánaliga veðurforsøgn, og aðrastaðni var avmarkað við haldinum, tí eittnú var forboð sett fyri at hava bál.

Í stóru nýggjársbygdini varð tó nýggjár hildið, sum ætlað, og veður og vindur gjørdi ikki um seg í Vági, tá klokkan nærkaðist miðnátt.

Sum ofta hevur verið tikið til, eisini í filminum um nýggjárshald i Vági, so er sum oftast hampuliga gott veður, tá bál, kyndlar og sera nógva fýrverkið er á skránni á nýggjárinum í Vági. Og tað eydnaðist eisini hesaferð. Bert eitt lítið lot var hesa løtuna á miðnátt, tá vágbingar, og mong vitjandi, skutu nýtt ár inn við øllum tí, sum hoyrur til, og sum hevur gjørt nýggjárshald í Vági kent kring landið og úti í heimi.

Myndirnar eru frá kyndlagongu, báli og fýrverki á miðnátt í gjár í Vági.

##med2##

##med3##

##med4##