Nýggjárshaldið á Toftum er útsett

Vegna vánaligar veðurforsagnir til í annaðkvøld verður nýggjárshaldið okkurt kvøldið fyrst í komandi ári.

 

 

Tofta Ítróttarfelag og Nes kommuna boða nú frá, at ætlaða nýggjárshaldið, sum ítróttarfelagið skipar fyri á hvørjum ári, verður ikki nýggjársaftan.

Í staðin verður haldið eitt av kvøldunum fyrst í komandi ári. Ætlanin var at hava nýggjársbál og skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan.

- Men, vegna vánaligar veðurforsagnir er nýggjárshaldið útsett. Lýst verður seinni, nær haldið verður, og tá verður eisini lýst við skránni, verður lagt aftrat.