Ringu veðurforsøgnirnar hava gjørt, at summar bygdir hava valt at antin útsett, avlýst ella framskundað nýggjárshaldið í kvøld. Í Suðuroynni var nýggjárshaldið í bæði Sandvík og Hvalba hildið í gjárkvøldið, og hetta riggaði bara stak væl, hóast tað ikki var gamlaárskvøld. Í fjør máttu hvalbingar útseta nýggjárshaldið til 1. januar vegna veður, so hetta er aðru ferð, hvalbingar hava hildið nýggjár í 2019.
Hvalbingar gjørdu sera nógv burtur úr degnum í gjár, eins og teir altíð gera. Blikk við eldi í vóru sett upp fram við vegnum um stóran part av bygdini, og talið 2020 stóð skrivað við blikkum uppi í Heiðunum. Faklagonga og stórt bál var eisini á skránni.
– Vit eru sera nøgd við, hvussu alt spældi av hetta kvøldið. Fýrverkið riggaði sera væl í ár, samstundis sum kyndlagongan eisini riggaði væl. Tað var sjálvandi keðiligt, at veðrið enn eina ferð ikki skuldi verða til vildar, men tað fær mann einki gjørt við, sigur Jón Sigurd Vang Poulsen frá nýggjársnevndini í Hvalba.
##med2##
– Av tí at nýggjárshaldið varð hildið í gjár, so var undirtøkan so stór sum ongantíð áður. Tað vóru um 90 fólk luttakandi í kyndlagonguni í ár, og varð tað tí gingið úr trimum støðum. Hetta riggaði sera væl. Nógvir bilar vóru komnir av bygd, og nógv avbygdarfólk var eisini til staðar niðri við bálið. Tey lótu væl at, haldi eg, sigur Jón Sigurd Vang Poulsen.
Tey, sum vóru til staðar í Hvalba, vóru flest øll hugtikin av fýrverkinum, og tað er ikki løgið, tí fyrireikararnir høvdu gjørt nógv burtur úr hesum. Sigast kann, at sambært tvøráfólkum sást fýrverkið upp á Tvøroyri.
– Samanborið við undanfarin ár, so høvdu vit eina skipaða ætlan við fýrverkinum. Mongdin av fýrverki var størri í ár, og skjótingin var meira skipað eisini, sigur Jón Sigurd Vang Poulsen.
– Tað vildi so til, at vit máttu framskunda nýggjárshaldið, til tess at fáa eina so flotta og minniliga uppliving, sum til bar. Tá veðurvánirnar eru so vánaligar, so er best at binda um heilan fingur, tí tað er vandamikið at festa í eitt so stórt bál, tá hann sigur frá nógvum vindi, sigur hann.
Í morgun var morgunmatur í Roynhøllini, og seinnapartin fóru fleiri ein túr niðan á Grímsfjall, sum er ein heldur nýggj siðvenja, ið byrjaði í hesum áratíggju.
##med3##