Nýggjárshaldið í Vági verður í kvøld víst beinleiðis á netinum, soleiðis at fólk kring allan knøttin kunnu fara inn á heimasíðuna hjá Nýggjárshaldinum í Vági ? www.nyggjar.fo og velja LIVE STREAM ? og har síggja faklagongu, bál og fýrverksshow LIVE.
Beinleiðis sendingin byrjar klokkan 23.45 og heldur fram til fýrverkshowið er endað.
Upptøkutólið stendur vesturi í Gjógvarabø, og har er gott útsýnið út yvir kyndlagongu, bál og fýrverk, sigur Nýggjársnevndin í Vági.