Leygarkvøldið verður rimmar dansur í høllini á Hálsi við Spaðar 5 og X Press við Oskari og Co. Kyndil skipar fyri dansinum, sum byrjar kl. 23.00.
2. jólakvøld í ár var mikukvøld, so kanska lá ikki fyri hjá øllum at dansa leingi hetta kvøldið, men leygarjvøldið verður so møguleikin á Hálsi, har høllin verður pyntað til høvið.
Okkurt leskiligt og okkurt gott til matna verður at fáa til keyps í sambandi við dansin.
Spaðar 5 telist millum bestu dansiorkestur, sum hava verið í Føroyum, og manningin í X Press hevur drúgvar royndir at spæla til dans kring alt landið.