Føroyingar í hópatali hava seinastu dagarnar keypt sær fýrverk til at hátíðarhalda árið, ið fór, og nýggja árið, ið kemur.
Í sambandi við hetta hevur spurningurin um tørvin av fýrverki skapt kjak. Kjakarar hava eitt nú sagt á sosialum miðlum, at fýrverk er óneyðuga dálkandi fyri umhvørvið, samstundis sum vandin fyri skaða eisini er til staðar.
Meðan summi meta, at rakettir hoyra til serliga kvøldið, so er nýggjársaftan fyri onnur ein marra - djórini. Tað vita flest øll, sum eiga hund ella kettu, at tá rakettirnar fyrst byrja at ljóða tíðliga á kvøldi, tá fjalir húsdjórið seg í ræðslu onkrastaðni í húsunum.
Við hesum í huga hevur Djóraverndarfelagið eina áheitan til øll, ið ætla sær at skjóta fýrverk á nýggjárinum, um at hugsa um djórini. Á Facebooksíðuni stendur skrivað í fyrsta-persóni, sum eru tað djórini, ið siga fylgjandi:
- Skjót fýrverkið so tætt uppat midnátt sum møguligt! So sleppa vit undan at vera rædd í alt ov langa tíð. Takk fyri at tú hugsar um okkum.